Fýra nýggj skeið í Filmshúsinum

Í apríl og mai hava vit fýra nýggj og fakliga spennandi skeið á skránni í Filmshúsinum.

Tað fyrsta er ‘VISUAL STORYTELLING – frá leikriti til upptøkur’, við filmsfotografinum Manuel Claro. Kom og lurta og lær, tá filmsfotografurin Manuel Claro vitjar Filmshúsið og greiðir frá sínum yrki sum filmsfotografur. Dentur verður serliga lagdur á arbeiði fram móti fyrstu upptøkuni, frá lesing av leikriti til fyrsta fund við leikstjóran. Hvussu samskifta fotografur og leikstjóri fyri at tryggja sær, at tað er sami filmur, báðir síggja fyri sær? Skeiðið er 15. og 16. apríl. Les meira um skeiðið her.

Næsta skeiðið er “PERSÓNLIGA” – dokumentarskeið við Frank Piasecki Poulsen, konsulenti á dokumentarøkinum á DFI. Skeiðið er fýra dagar, frá 27. til 30. apríl. Les meira um skeiðið her.

Síðani eru tvey skeið við Stephen Cleary, sum snúgva seg um at skriva genrufilm og arbeiða við genrum. Hesi bæði skeiðini, sum eru 6. og 7. mai, kunnu takast saman ella hvør sær. Tað fyrra – “WRITING THE THRILLER FILM” – snýr seg um at skriva spenningsfilm (thriller), meðan tað seinna – “GENRE STORYTELLIN” – er um genrusøgur. Les meira um skeiðini her.

Tú teknar teg til skeiðini á leinkjunum omanfyri, ella við at trýsta á skeiðini í yvirlitinum her.