Leikstjórin Sakaris Stórá skipar verkstovu fyri leikarar

“At spæla film” er ein verkstova fyri leikarar, sum leikstjórin Sakaris Stórá skipar fyri. Verkstovu er fyri leikarar, ið ynskja sær vitan og fleiri royndir innan film.  Seinastu nógvu árini hevur Sakaris Stórá arbeitt við føroyskum filmi sum leikstjóri og høvundur. Filmarnir hava fingið altjóða viðurkenning, og ofta eru tað leikaraavrikini og samspælið millum leiklutirnar, ið fáa bestu skotsmálini. Les meira um verkstovuna HER og tekna teg til. Avmarkað pláss eru.