NÚ BER TIL AT SØKJA BETRI FILMSSTUÐUL

Nú ber til at søkja filmsstuðul av tí játtan, sum Filmshúsið og Betri gjørdu avtalu um fyrr í ár, og sum tryggjar føroyskum filmi trýggjar milliónir yvir næstu trý árini. Fyrsta umsóknarfreist er 1. juni 2023. 

– At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum, segði Aslaug Gísladóttir, tá Filmshúsið og Betri undirskrivaðu samstarvsavtaluna í mars mánaða. Hon legði afturat, at Betri vónar, at stuðulin kann hjálpa til við at lyfta føroyskar filmsverkætlanir og at geva føroyskum filmi fleiri bein at standa á. 

Saman við Filmshúsinum hevur Betri Stuðul orðað endamálið við filmsstuðlinum. Stuðul verður veittur til hesi øki:

  • størri verkætlanir – til framleiðslu og liðugtgerð
  • menning av verkætlanum – til hugskotsmenning og víðari menning av verkætlanum, fram ímóti framleiðslu

Til ber at søkja á www.betristudul.fo undir ‘Filmsstuðul’. Har kanst tú eisini lesa um stuðulstreytir og umsóknarfreistir.